Navnamerkir
Vit kunnu gera navnamerkir úr folio til bát, hús, bil o.a.
Tað verður skorið út í folio, í tí litið sum kundin vil hava
Klistrimerkir
Vit kunnu gera just tey klistrimerkir sum tit ynskja, og í tí møngd sum tit ynskja, send okkum ein fyrispurning, so finna vit eina góða loysn
Plastkort/ID kort
Eisini hava kunnu vit prenta plastkort/ID kort til tykkum, send okkum ein fyrispurning, so finna vit eina skilagóða loysn.
Bildeko
Vit kunnu eisini dekorera bilin fyri teg. Tað kann gerast við folioútskering, printafolio ella eini samrenning av hesum báðum
Rútadeko
Vit kunnu eisini dekorera handilsvindeyguni, hettar verður gjørt við at skera folio út í tí litið, kundin vil hava, eisini kunnu vit printa folio til rútar, ella eina saman renning av hesum báðum
Klædnadeko
Vit kunnu átakað okkum at prenta tykkara logo, tekst ella mynd á klæðir. Vit hava 3 ymiskar mátar at gera tað uppá,
1. Vit kunnu skera tekstin ella logo út í folio og síðani prenta tað á
2. Vit kunnu vit printa á folio og síðani prenta á klæðini
3. Vit kunnu prenta beinleiðis á klæðini, just tað tit ynskja
Brodering
Vit kunnu eisini brodera navn og/ella logo í klæðir ella eitthvørt. Góðskan á tí sum skal broderast í má verða góð, og tað sum skal broderast á, má eisini verða í góðari góðsku, men her rágeva vit fegin.
Arbeiðsklæðir
Vit hava umboð uppá L. Brador arbeiðsklæðir.
L.Brador er útvikla og sniðgivið til byggi- og industrivinnuna. Útviklingin verður gjørd í samráð við brúkaran, fyri at tryggja klæðir við góðari góðsku og smidligheit, góðum passformi og lekkur at verða í.
Úrslitið eru arbeiðsklæðir sum síggja gott út og eru góð at arbeiða í.
Eisini kunnu vit prenta ella brodera navn og búmerki í klæðini, áðrenn tey verða útflýggja til brúkaran.